Frágreiðingin “Streymur og alda í umhvørvisfyrisiting av firðunum” styrkir vitanina um streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum, sum skal vera grundarlag undir umhvørviseftirliti á føroysku alifirðunum.
Frágreiðingin viðgerð ástøðið um rák á firðunum, lýsing av ymsum spjaðingar- og rákmyndlum (modellum), ástøði um aldu og alduávirkan og lýsir stutt útgerð og framferð at máta streym og aldu. Út frá hesum hava verkætlanarpartarnir gjørt eitt nágreiniligt tilmæli um streym- og aldumátingar til at lýsa ein alifjørð ella eitt aliøki.
Havstovan, Náttúruvísindadeildin á Setrinum, IVF RAO og P/F Fiskaaling hava gjørt frágreiðingina. Umhvørvisstovan hevur fíggjað frágreiðingina.
Umhvørvisstovan hevur fíggjað verkætlan at gera ein samandrátt av streymkanningunum, sum vórðu gjørdar á alifirðum í sambandi við verkætlanina Streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum (ASAF) frá 2010 til 2016. P/F Fiskaaling hevur gjørt samandráttin.
Frágreiðingin er ein einsháttað uppgerð av mátingum á flestu alifirðum. Hvør uppgerð er sett upp á tveimum síðum, sum millum annað lýsa hvar og nær kanningarnar eru gjørdar, miðalstreymferð og streymætt á ymsum dýpum. Úrslitini eru lýst við talvum og myndum.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo